Djúpumýra

Bláa skýlið
Við Bláa skýlinum verða umstøðurnar á stadionøkinum við Djúpumýru lyftar upp á altjóða støði. Í Bláa skýli verða góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. Verkætlanin er sostatt eitt týðandi fet móti góðkenning til altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík.
Verkætlanin verður fíggjað í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Fótbóltssamband Føroya og Evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA.
Kostnaðarætlan: 12 mió. kr.
Tíðarætlan:
Verkætlanin í myndum

Eystara skýlið reist

2021: Skýlið tikið í nýtslu

Bláa skýlið verður reist

Spakin settur Bláa skýlið 31.10.2017