Brúðarvígsla

Brúðarvígsla
Borgarlig vígsla
Kommunurnar taka sær av borgarligum vígslum. Borgarar, sum ætla at giftast borgarliga í Klaksvíkar kommunu, skulu venda sær til Miðlan, sum útflýggjar neyðugu skjølini. Hjúnalagsváttanin kann eisini takast niður her á síðuni, fyllast út og síðan latast inn í Miðlan.
Henda mannagongd er eisini galdandi fyri limir í teimum trúarsamkomum, sum hava fingið serligt loyvi at víga fólk.
Vanliga er tað borgarstjórin, sum fremur borgarliga vígslu, og hesar fara vanliga fram í Býráðshúsinum. Í trúarsamkomunum er tað vanliga ein samkomuleiðari, sum vígir.
Kirkjulig vígsla
Tey, sum ætla at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast. Yvirlit yvir kirkjur í Klaksvíkar kommunu sæst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Tak niður: Hjúnalagsváttan
- Hjúnalagsfráboðan (kvinna/maður) (2.51 MB)
- Hjúnalagsfráboðan (kvinna/kvinna) (1.91 MB)
- Hjúnalagsfráboðan (maður/maður) (1.80 MB)
Tak niður: Fráboðan um navnabroyting eftir vígslu
- Fráboðan um navnabroyting.pdf (100.87 KB)