Grunnurin mentanartiltøk

Grunnurin mentanartiltøk

Freistin at søkja stuðul úr grunninum er 2. apríl 2019. 

Tak niður og fyll út umsóknarblað: Grunnurin mentanartiltøk (pdf)

Reglugerð fyri grunnin

Grunnurin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum í 2019 í Klaksvíkar kommunu, og fæið, sum er kr. 200.000,-, verður latið eftir niðanfyri standandi ásetingum:

  • Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
  • Lýst verður í bløðunum um, at møguleiki er at søkja stuðul, og at freistin at søkja er á miðdegi týs- dagin 2. apríl 2019.
  • Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanar- økinum í víðari merking.
  • Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2019. Tó kunnu tey eisini vera aðra- staðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norð- oyggjar.
  • Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdar- persónur/felag skal framganga.
  • Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
  • Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.Sama verkætlan verður í mesta lagi játtaður stuðul til tvær ferðir.
  • Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.

Upplýsast skal í umsóknini

  • Umsøkjari - navn
  • Adressa
  • Teldubústaður
  • Dagfesting
  • Kontaktpersónur/ábyrgdarpersónur
  • Peningastovnur og konto at flyta stuðulin á
  • Frágreiðing um tiltakið
  • Nær tiltakið verður
  • Hvar tiltakið verður