Klaksvíksgrunnurin

Klaksvíksgrunnurin

Tá ið Klaksvíkar Sjónvarpsfelag varð avtikið í 1987, varð peningaognin hjá felagnum sett í grunn, sum fekk navnið Klaksvíksgrunnurin, og hesin hevur til endamáls at stuðla vælgerandi tiltøkum í Klaksvík og Norðoyggjum innan mentan, upplýsing og annað.

Í nevndini fyri grunnin sita Atli S. Justinussen og Jógvan Skorheim umboðandi býráðið og Hansina Iversen, umboðandi Mentamálaráðið.

Soleiðis søkir tú stuðul

Freistin at søkja stuðul er 10. mai, og allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar á nevndarfundi sama mánað. Avgerandi fyri, hvørt stuðul verður latin ella ikki, eru viðtøkurnar, sum m.a. staðfesta, at stuðul í størst møguligan mun skal latast tiltøkum, sum eru “Klaksvík og Norðoyggjum til mennan og frama, tað verið seg mentunnarlig, sosial, upplýsandi og onnur tiltøk”.

Fullfíggjaðu viðtøkurnar fyri Klaksvíksgrunnin kunnu lesast niðanfyri.

Umsóknir til Klaksvíksgrunnin skulu sendast via hetta oyðublaðið, ella sum teldupostur til klaksviksgrunnurin@klaksvik.fo. Umsóknin skal innihalda hesar upplýsingar:

Umsøkjari

  • Heitið á verkætlan/tiltaki
  • Ábyrgdarpersónur/felag
  • Navn, bústaður, samband, kontonummar og møguligt v-tal
  • Aðrir luttakarar í verkætlanini

Verkætlanin/tiltakið

  • Endamál
  • Hvussu er tiltakið knýtt at endamálsgreinini í viðtøkum grunnsins
  • Arbeiðsgongd – hvussu verður verkætlanin framd
  • Staðseting og tíðarætlan

Fíggjarætlan fyri verkætlanina

  • Útgreinað fíggjarætlan við bólkaðum útreiðslum og inntøkum

Aðrar viðkomandi upplýsingar og møgulig fylgiskjøl