Tíðindi

23.08.2019
Valevnislistar og løgtingsvalið 31. aug.

Sum kunngjørt av løgmanni verður løgtingsval leygardagin 31. august 2019

Valt verður á hesum valstøðum: 

KÍ-høllin í Klaksvík   (Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)

Kappróðrarneystið í Árnafirði   (Árnafjørður)

Skúlin á Húsum   (Húsar og Syðradalur)

Skúlin í Mikladali   (Trøllanes og Mikladalur)

Skúlin í Svínoy   (Svínoy)

 

Valevnislistar hjá øllum flokkum síggjast her: Valevnislistar

 

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 410000, inntil hósdagin 29. august 2019.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 410000.

 

Klaksvíkar Býráð

13. august 2019

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy