Tíðindi

01.11.2022
Annfinnur Heinesen farin til verka

Annfinnur Heinesen byrjar í starvinum sum leiðara fyri nýggja Mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpið, í dag.

Annfinnur, sum er ættaður úr Klaksvík, er 45 ár og býr í Havn. Hann hevur holla útbúgving og leiðsluroyndir, drúgvar royndir á palli, er góður fyrisitari og formidlari.

Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav 5 ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Annfinnur er spentur uppá spennandi uppgávurnar sum leiðari av hesum spennandi húsi við nógvum møguleikum, har øll skulu kenna seg væl, sum hann tekur til.

Annfinnur hevur góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús, ið hann nú fer at leggja lunnar undir.

Annfinni verður ynskt bestu eydnu í nýggja starvinum sum leiðari í Varpinum.

 

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður