Tíðindi

11.12.2022
Leiðari til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Søkt verður eftir leiðara til dagrøktarskipanina hjá Klaksvíkar kommunu. Dagrøktarskipanin hjá Klaksvíkar kommunu umfatar 18 dagrøktarar við tilsamans 63 børnum. Børnini í dagrøktarskipanini eru í aldrinum 0 til 3 ár.

Dagrøktarleiðarin hevur leiðsluábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðnum, umframt fíggjarliga og fyrisitingarliga leiðslu av dagrøktini.
Starvsstaðurin hjá leiðaranum er í Spælistovuni á Brekku 36. Umframt leiðaran, starvast økisnámsfrøðingur/varaleiðari og gestarøktari, sum er námsfrøðingur, eisini í Spælistovuni. Tveir fylgjandi dagar, á leið aðru hvørja viku, eru 3-4 dagrøktarar við børnum í Spælistovuni. 


Tínar arbeiðsuppgávur sum dagrøktarleiðari eru m.a.:

  • at skipa arbeiðsgongdina í dagrøktarskipanini, umframt áhaldandi at menna dagrøktina og starvsfólk
  • at hava visjónir og seta mál fyri dagrøktarskipanina
  • at skipa fyri starvsfólka- og foreldrafundum og øðrum felags virksemi
  • at leggja fíggjarætlan og hava dagliga raksturin av dagrøktini
  • at ráðgeva og vegleiða starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum 
  • at samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt


Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving
  • Er fakliga væl fyri, serliga í mun til aldursbólkin 0 til 3 ár
  • Kann arbeiða í einum toymi og vísir tolllyndi og samstarvsvilja
  • Strembar eftir at skilja sítt umhvørvi við útgangsstøði í teimum menniskjaligu sambondunum
  • Er eldhugað/ur og hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit


Setarnarviðurskifti
Dagrøktarleiðarastarvið, sum er fulla tíð, verður lønt sambært avtalu millum KAF og Pedagogfelagið, lønarstig 29, 31, 33. Starvið verður sett 1. februar 2023 ella so skjótt, sum tilber.
Umsøkjararnir verða mettir út frá fakligum, persónligum og leiðsluligum førleikum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 13. desembur 2022
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktarleiðari til Klaksvíkar kommunu.

Meira fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, á tlf. 284538 ella skriva á teldupost nielsj@klaksvik.fo. 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku