Tíðindi

15.05.2023
- Stuttligt at hitta starvsfelagar

Á ráðleggingardagnum hittu vit Gunnvør Isaksen til eitt prát um, hvat hon hevði fingið burturúr undirvísingini og verkstovunum. Gunnvør starvast sum námsfrøðiligur ástøðingur í Blákolluni og hevur áður eisini starvast í Fjallafípuni

Gunnvør helt fyrst og fremst, at tað er stuttligt at hitta aðrar starvsfelagar og hoyra, hvat tey arbeiða við á øðrum stovnum. Hon helt, at dagurin hevur verið góður og tey hava fingið nógv at vita.

-          Vit hava lært nógv. Møguliga havi eg hoyrt okkurt fyrr, men tað er deiligt at blíva ámint á nøkur ting. Nú skal eg líka fáa alla vitanina at sodna.

-          Vit hava havt fokus á spæl og at spæl kann vera so nógv, men tá børn spæla, hevur tey ikki nakað annað endamál enn sjálvt spælið og at vera í nú’inum. Tá er tað okkara uppgáva, at brúka spælið sum ein møguleika fyri samanspælið og í ígjøgnum spæl at eygleiða barnið. Vit leggja ongantíð okkara fakligheit til síðis, men gjøgnum spæl kunnu vit eitt nú eygleiða motorisk evni, evni at hugsa abstrakt/konkret og gjøgnum spurningar og forvitni at leiða barnið í spælinum.

-          Á hendan hátt kunnu vit, gjøgnum spæl, stuðla og menna eginleikar hjá barninum.

Gunnvør nevndi eisini, at spæl er ikki bara spæl. Ígjøgnum spæl kunnu vit stuðla og menna eginleikar hjá barninum. Somuleiðis mugu vit, eisini leggja dent á at greiða foreldrunum frá, hvussu vit arbeiða og hví vit gera sum vit gera, og á tann hátt hava eitt gott samskifti og samstarv við heimið.

Ráðleggingardagur á dagstovnaøkinum er á hvørjum ári, og vanliga skipa dagstovnarnir fyri hvør sær, men fimta hvørt ár er ein felags ráðleggingardagur fyri tey áleið 170 starvsfólkini, ið starvast á dagstovnaøkinum og frítíðarskúlanum í Klaksvíkar Kommunu.

Onnur tíðindi
21.06.2024

Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli

21.06.2024

Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo

19.06.2024

Námsfrøð­ingur til Dr. Margrethu barnagarð

18.06.2024

Dagstovnaeindin á Húsum fekk navnið “Blómugarður”