Tíðindi

19.05.2023
Starvsfólk til vatndeildina

Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu er eitt starv leyst at søkja. Vatndeildin húsast á Stoksoyavegnum í Klaksvík.

Vit ynskja at
Tú hevur maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, maskinist ella handverkara útbgving t.d. smiðjur, umframt viðkomandi starvsroyndir.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum og vilt taka ábyrgd. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
 
Uppgávur
Starvið umfatar viðlíkahald av øllum vatnverkunum og vatnleiðingunum í Klaksvíkar kommunu, umframt arbeiði við sjóhitaskipan og gøtuljósum. Talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 
 
Í stuttum inniber eitt starv á vatndeildini
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið
 
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett 1. juli ella skjótast møguligt.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.

Dømi um lønarflokking:
Maskinmeistari víðka prógv flokkur 12, maskinmeistari uttan el-tekniskar førleikar flokkur 10, makskinistur flokkur 8, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Handverkari fastlønarsáttmáli millum KAF og Føroya Handverkarafelag. Harafturat verður vaktargjald latið. 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ásmundi úr Hvalvík, leiðara á vatndeildini á tel. 221734 ella tpost. asmundurh@klaksvik.fo
 
Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2023

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin her: ”Søk starvið her”. 
 
Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi. Tað starvast trý fólk á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
28.05.2024

Fleiri størv leys innan dagstovnaøkið

28.05.2024

Varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík

28.05.2024

Atlantic Fair latið dyrnar upp

28.05.2024

Endur­nýtslan stongd