Tíðindi
26.02.2024
Dagstovnastovan á Húsum skal hava navn
NAVNAKAPPING: Klaksvíkar kommuna skipar fyri navnakapping, nú dagstovnastovan á Húsum skal hava navn. Í dagstovnastovuni eru børn í vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarskúlaaldri.
Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum. Eisini er ynskiligt at fáa eina frágreiðing um týdningin av navninum, og/ella um talan er um søguligan týdning v.m.
Dómsnevndin er mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu, nevndina á Húsum, starvsfólk á dagstovnastovuni og umboð fyri Klaksvíkar kommunu.
Uppskot skulu sendast til: klaksvik@klaksvík.fo. Seinasta freist at lata inn uppskot er 14. mars 2024 kl. 12:00.
Virðisløn á 3.000,- kr. verður latin vinnaranum.
Onnur tíðindi

25.04.2025
Skráin fyri Virkið vár 2025

25.04.2025
List í barnahædd

24.04.2025
Endurnýtslan stongd flaggdagin

24.04.2025