Tíðindi

15.05.2024
Ferðin setast niður undir Fossum

Ferðslunevndin hjá Klaksvíkar kommunu samtykti á heysti í 2023, at taka stig til at bøta um trygdina á vegastrekkinum oman Eið og undir Fossum. Framyvir verður mest loyvda ferðin á vegastrekkinum frá Klingrugarði til Klaksvíksskákið 40 km/t.

Hetta er eitt øki, har bilar ofta koyra skjótari enn loyvt er, og tí verður hetta gjørt, fyri at tálma ferðsluni og at bøta um trygdina. Talan er um ein beinan og breiðan veg, við nógvari ferðslu, sum gongur ígjøgnum íbúðarøki við fleiri síðuvegum. Umframt at vegastrekkið nú verður sett til 40 km/t økið, verður ferðmátari settur upp í eitt avmarkað tíðarskeið.

Á vegastrekkinum norðanfyri (undir Klakki og undir Hálsi), hevur mest loyvda ferðin í mong ár verði 40 km/t, og tískil er talan um at leingja avmarkingina frá Klaksvíksskáki, eftir undir Fossum og Oman Eið til Klingrugarð.

Neyðug skelti verða sett upp í næstum.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður