Tíðindi

21.06.2024
Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo

Seinnapartin í gjár var fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo, ið fer frá sum skúlastjóri á Skúlatrøð og fer í annað starv. Karl Johansen, borgarstjóri, bar eina heilsan til Vagn, har hann takkaði honum fyri tíðina og fyri góða samstarvið millum Skúlatrøð og kommununa.

Her kann heilsanin, um borgarstjórin bar fram, lesast:


_________________________________________________________________________

Góði Vagn

 

Tað var tann 9. februar í 2015, at eingin minni enn Føroya løgmaður boðaði frá á heimasíðum hjá landsstýrinum, at Vagn Foldbo úr Leirvík var settur sum skúlastjóri við samanlagda skúlan í Klaksvík.

Orsøkin til, at tað var løgmaður, sum setti starvið, var, at ein annar kendur maður, Bjørn Kalsø, tá var landsstýrismaður í mentamálum, og hann metti seg at vera ógegnigan sum fyrrverandi lærari her.

Sostatt var tað hægsti myndugleikin her á landi, sum setti teg í starv her, so vit kunnu siga, at tú komst norður til Klaksvíkar við manér.

Og nú tú hevur valt at takka fyri teg her, nú eru hægri myndugleikar aftur upp á spæl, tí nú fert tú suður á tey bonaðu gólvini í høvuðsstaðnum í eitt hægri starv í Undirvísingarstýrinum.

Halgabók mælir okkum, menniskjum, til at telja dagar okkara, og um vit telja upp tíðina frá tínum fyrsta starvsdegi, 1. mars í 2015, og til í dag, so hevur tú verið her hjá okkum í 9 ár, 3 mánaðir og 19 dagar, sum svarar til 3.399 dagar.

Tað er ein nokkso stórur partur av einum lívi, men alt her á fold fær ein enda – soleiðis eisini við hesum tíðarskeiði tínum her norðuri í dýrdini :)

---

Ein annar kendur maður fór eisini úr starvi fyri umleið einum mánað síðan, og hann hevði eisini verið umleið 9 ár í tí starvinum. Tað er venjarin hjá Liverpool, sum eitur Jürgen Klopp.

Á sínum fyrsta tíðindafundi, sum eisini var í 2015, segði hann so beinrakið, at “tað er ikki so týdningarmikið, hvat fólk hugsa, tá ið tú kemur inn í eitt nýtt starv. Tað er nógv meir týðandi, hvat tey hugsa, tá ið tú fert avstaðaftur”.

Hesi væl valdu orð hóska væl at taka fram í smb. við tína tíð her hjá okkum, sum nú endar.

Tá tú byrjaði her, kendu tey flestu av okkum ikki henda stillføra mannin úr Leirvík, sum ikki gjørdi stóran háva burtur úr sær sjálvum.

Men sum tíðin leið, upplivdu vit, at aftan fyri stillføru medferðina býr ein miðvísur, sterkur og nærlagdur persónur.

Og nú tú fert avstaðaftur, vil eg siga vegna býin og fólkið her í kommununi, at tú hevur gjørt eitt sera gott arbeiði sum skúlastjóri.

Tað er ikki hvørs mans føri at leiða ein av allar størstu fólkaskúlunum í landinum, men ta uppgávuna megnaði tú til lítar.

Her mugu vit ikki gloyma, at uppgávan í hesum føri var munandi størri enn at leiða ein skúla. Tú skuldi jú standa á odda fyri at savna Skúlan á Ziskatrøð og Skúlan við Ósánna og sameina teir til eina væl virkandi eind her á Skúlatrøð.

---

Tað verður sagt, at tað torførasta at broyta í menniskjum er okkara mentan, tvs. okkara hugburð, sum ofta hongur saman við okkara vanum, ið kunnu liggja nokkso djúpt í okkum.

Eins og øll onnur arbeiðspláss høvdu Ósáskúlin og Ziskatrøð púra nátúrliga sín egna samleika og mentan, og tí kravdi tað styrki og málsøkni, men so sanniliga eisini rúmligheit, tol, hegni og handalag, um uppgáva tín skuldi eydnast.

Nú sita vit reint fysiskt á uml. sama staði, sum Skúlavegur gekk ímillum og skilti skúlarnar báðar, og sjálvandi síggja fólk tingini úr ymsum sjónarhornum, men góði Vagn – eingin ivi er um, at tú hevur megnað hesa uppgávuna til lítar at savna fólkaskúlarnar í Klaksvík.

Takk fyri tað, og takk fyri tíðina, tú hevur verið her hjá okkum sum skúlastjóri. Tú hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði.

Kommunan er eisini ein stórur aktørur á fólkaskúlaøkinum, tí vit rinda so stóran part av skúlanum, bæði íløgur og rakstur, og eg veit frá mínari umsiting, at samstarvið millum Skúlatrøð og kommununa hevur verið sera gott øll árini, tú hevur verið her.

Eg veit ikki, um tú kanst siga tað sama um okkum í býráðnum og kommununi, sum tú hevur samstarvað við, men frá okkara síðu skal ljóða ein tøkk fyri gott samstarv.

Nú tú fert í annað starv, vil eg ynskja tær bestu eydnu og alt tað besta framyvir.

HARRIN signi teg og øll tíni kæru. Takk fyri.

Onnur tíðindi
18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

16.10.2024

Vatntrýstið óstøðugt á eystur­síðuni

15.10.2024

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum