Tíðindi

11.07.2024
Blákollan aftur latið stuðul til Team Rynkeby

Eitt afturvendandi tiltak hjá Blákolluni hevur verið at lata stuðul til Team Rynkeby í samband við fráferðina hjá rynkunum til París.

Tey seinastu árini hava børn úr dagstovninum mála málningar, sum síðani hava verið latnir til eina uppboðssølu til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby.

Uppusølan, sum aftur í ár var partur av fráfaringarløtuni, varð væl móttikin. 4611 kr. komu inn fyri søluna av málningunum hjá børnunum, sum sjálvsagt vóru sera errin, tá ið tey eftir tiltakið kundu fara í bankan við pengunum. 

Í Blákolluni siga tey, at bæði børn og foreldur taka væl undir hesum átaki. Børnini eru sera ágrýtin, og tey bíða spent eftir degnum, tá ið málningarnir verða sýndir fram í Virkishúsinum Smæran. Tilgongdin gevur eisini høvi til at umrøða góða endamálið og gleðina við at gera okkurt, sum er til gagns fyri onnur. 

Onnur tíðindi
18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

16.10.2024

Vatntrýstið óstøðugt á eystur­síðuni

15.10.2024

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum