Tíðindi

18.06.2026
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð (endurlýsing)

Vit søkja eftir 6 námsfrøðingum ella hjálparfólkum at arbeiða ímillum 25 og 40 tímar um vikuna at byrja 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Eisini søkja vit eftir barsilsavloysara, 34 tímar um vikuna, at byrja 01.07.2026.

Um arbeiðið og stovnin

Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 og 17.00. Størvini eru í vøggustovu (0–3 ár) og barnagarðsstovu (3–5/6 ár). Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleika at geva teimum ein innihaldsríkan, mennandi og góðan gerandisdag.

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og einum vælvirkandi barnabólki. Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, fótbóltsvøllin (rennibreytina), svimjihøllina, ítróttarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir nýta vit nógv.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 / 8. Sambært barnaváttanarlógini § 4 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Marjun Lassen, á tlf. 212557 ella varaleiðaran, Hedvig Waagstein, á tlf. 216734.

Skrivlig umsókn við prógvi, ummælum o.ø. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 27. juni.


Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
FO-700 Klaksvík 
T-post: margretha@margretha.fo 

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni: www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
27.07.2026

IRF: Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku

24.07.2026

Námsfrøð­ingar til Blákolluna

23.07.2026

Námsfrøði­ligur ráðgevi til Klaksvíkar kommunu

23.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Conference League