Norðurljós

Norðurljós
Norðurljós er tiltak, har ljós verður varpað á list og mentan í Klaksvíkar kommunu. Norðurljós 2018 varð hildið í døgunum 25. - 28. januar við hesari skrá.
Hæddarpunktið er handanin av Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, sum er virðisløn á 75.000 kr til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt skarar framúr.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er higartil latin:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen