Slóða fyri

Slóða fyri í Klaksvíkar kommunu

Umhvørvisátak frá 6. – 11. mai. 

Vit brúka øll nógva orku hvønn dag, bæði svarta orku, grøna orku og okkara egnu kropsorku.
Í vikuni fara vit at leggja størstan dent á okkara kropsorku. Átakið skal eggja øllum í kommununi at brúka sína egnu orku, tá komast skal runt kring býin. Hetta er fyri, at vit í felag brúka orku uppá at fáa ein grønari bý við minni útláti, dálking og larmi. Vit koma eisini hvørjum øðrum meira við, tá vit hittast úti á gøtunum til gongu, á súkklu ella øðrum, har vit brúka egna orku. Við at brúka okkara orku, kunnu vit øll vera við til at slóða fyri at verja okkara umhvørvi og okkum sjálv. Orkar tú?

 

Tak niður skránna her

Tað er Norðoya kunningarstova, ið samskipar árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í 2017 fekk heitið Slóða fyri. Slóða fyri verður skipað eftir sama leisti, sum umhvørvisvikan higartil, og eitt nú eru ruddingardagar framvegis ein inngrógvin partur av skránni. Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og í hvør sínum lag at slóða fyri. 

 

Samband

Annika S. Biskopstø / 21 90 11 / annikabiskopsto@gmail.com 

Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com