Svartatalva

Starvslýsing: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu

Kundi tú hugsa tær at arbeitt við at styrkja og menna  vinnuøkið í Klaksvíkar kommunu?, og kundi tú hugsa tær at arbeitt við at menna ferðavinnupolitikkin í Klaksvíkar kommunu, so ert tú tann vit leita eftir.

Vinnumennarin skal stuðla vinnustjóranum í sínum arbeiði við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið. Sum vinnumennari kemur tú eisini at vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi.

Starvsinnihald
Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnumennaranum eru at:
• arbeiða miðvíst við at betra um tænasturnar til vinnuna
• menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni
• menna ferðavinnupolitik
• fremja strategiska menning av vinnuøkinum sum heild
• megna at leiða verkætlanir á vinnuøkinum, tó undantikið tekniskar byggiverkætlanir
• verða við til at samskipa tiltøk fyri vinnuna, t.d. ráðstevnur og líknandi
• fremja uppgávur, so sum viðgera og avgreiða mál á vinnuøkinum
• fremja samtyktir hjá nevndum og býráð, sum fevna um vinnuøkið 

Umráðandi er, at tú hevur:
• royndir innan verkætlanarleiðslu
• góð evni at samstarva í toymum
• førleikar at arbeiða strategiskt
• góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu

Tann, ið verður settur, skal hava innlit í vinnulívið. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir og megna at gera hugskot til veruleika.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
• viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi vinnuligum royndum
• royndir frá tí privata og/ella almenna arbeiðsmarknaðinum
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum starvsfólkahópi.

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Vinnumennarin hevur tilvísing til vinnustjóran.
Starvið verður sett 1. mars. 2023 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóra, tel. 219549, johns@klaksvik.fo

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudag 1. februar 2023. 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu

Um vinnuøkið
Vinnuøkið umsitur Klaksvíkar havn, Grót- og tilfarssøluna, ídnað og Íverksetarhúsið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum. 

Onnur tíðindi
20.01.2023

Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu - longd freist

10.01.2023

Bilar til sølu

10.01.2023

Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum