Svartatalva

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir eftir sosialráðgeva at byrja 20. februar 2023 ella skjótast tilber. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna.

Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um: Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Múla, Depil, Fugloy, Svínoy, Kunoy, Haraldssund, Trøllanes, Mikladal, Húsar, Syðradal og Klaksvík.
Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan. 

Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Arbeiðsuppgávan umfatar millum annað at:

  • ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
  • at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd
  • at fyrireika mál til nevndarviðgerð
  • at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp
  • at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við
  • at samstarva tvørfakliga 

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • er útbúgvin sosialráðgevi
  • hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
  • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
  • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
    • er fleksibul 

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott arbeiðspláss og spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Góðar starvsfelaga
  • Supervisión 

Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv á 35 tímar. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið lønarflokkur 7/BA.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 24. januar 2023. 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna

Onnur tíðindi
20.01.2023

Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu - longd freist

10.01.2023

Bilar til sølu

05.01.2023

Starvslýsing: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu