Svartatalva

Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing

Klaksvíkar kommuna hevur 16. feb. 2023 givið Útistovuhaga v. Oddmar Gullaksen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr.nr. 1649a, og hagapart Fyri heiman v. Karl Hera Joensen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr.nr. 961a, 1639, 1651a fram til 15. mars 2023.

Undantaksloyvini eru givin við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing. Víst verður til §6, stk. 3, har tað stendur, at kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða.

Hagaparturin Fyri Heiman

Útistovuhagi

Undantaksloyvini eru givin við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Klaksvíkar býráð 16. feb. 2023

Onnur tíðindi
15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið

25.10.2023

Hevur tú hug at læra til maskinsmið?