Svartatalva

Námsfrøðingur og hjálparfólk til Dagrøktina

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, ella námsfrøðiligum atstøðingi og hjálparfólki til Spælistovuna og vøggustovuna á Brekku 36. Um skikkaður námsfrøðingur ella námsfrøðiligur atstøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk setast ístaðin.

Vøggustovan hevur 10 børn (0-3 ár), og her starvast 5 starvsfólk í einum starvsfólkatoymi við tveimum námsfrøðingum og 3 hjálparfólkum.
Spælistovan húsar bólkum av dagrøktarum við teirra børnum (0-3 ár), og børn, ið dagliga hava sína gongd hjá dagrøktara, men sum koma í spælistovuna tá dagrøktarin, berst undan.


Vit vænta, at tú:
• hevur ein jaliga hugburð til dagliga arbeiði við smábørnum, har umsorgan og stimbran er í fokus.
• ert virkin og fyrikomandi við børnini, foreldrini og starvsfelagar
• ert við til at geva børnunum ein virknan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusjón
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv


Vit søkja eftir:
• námsfrøðingi ella námsfrøðiligum atstøðingi til barsilsfarloyvi í vøggustovuni Lítlubjørn á 30 tímar. Starvið verður sett skjótast til ber og fram til 24. september 2024.
• námsfrøðingi ella námsfrøðiligum atstøðingi til fast starv í Spælistovuna á 30 tímar.
• hjálparfólk í tíðaravmarka starv á 30 tímar. Starvið verður sett skjótast tiler og fram til 31. desember 2023


Setanarviðurskifti: 
Størvini verða sett 18. septembur ella skjótast til ber.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á telefon 554119.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan áðrenn starvsfólk verður sett í starv.

Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 5. septembur 2023

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her. Starvsfólk til Dagrøktina

Onnur tíðindi