Svartatalva

Hevur tú hug at læra til maskinsmið?

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið í stórari menning, og fólkatalið er hitt hægsta nakrantíð. Nógvar stórar og spennandi verkætlanir gera Klaksvíkar kommunu til eitt fjølbroytt og læruríkt umhvørvi at arbeiða og læra í. Hevur tú hug at taka lut í hesi menning, so hevur tú nú møguleika at læra til maskinsmið í Klaksvíkar kommuna við byrjan 1. januar 2024.

Í Smiðjuni kemur tú, saman við einum toymi av 3 starvsfólkum, at taka tær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið. 

Krøv til okkara komandi lærling:
• At tú hevur fráfaringarroynd fólkaskúlans
• At tú ert ágrýtin og røkin
• At tú hevur áhugað fyri handaligum arbeiði
• At tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
• At tú ert klár/ur at veita eina hjálpandi hond

Setanarviðurskifti
Arbeiðsvikan á 40 tímar er ímillum 8.00 og 16.00 og skúlagongdin er í Føroyum.
Útbúgvingartíðin er 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar.
Lønar- og arbeiðsviðurskifti eru eftir sáttmála millum Handverkarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar um læruplássi kunnu fáast við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158

Umsóknir
Umsókn við prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. november 2023. 
Tú søkir starvið við at trýsta á “leinkuna her: Lærlingur til smiðjuna


Tú finnur nærri kunning um sjálvan skúlan og útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo

Onnur tíðindi
13.02.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri økispart B18, á Strond

13.02.2024

Byggisamtyktarbroyting millum økispart B1 og D1 á Borðoyarvík

12.02.2024

Byggisamtyktarbroyting millum økispart A18 og B9