Svartatalva

Klaksvíkar kommuna harmast handfaringina av málinum um fráfaringaraldur

Á býráðsfundi 25. september 2025 varð mál um reglugerð um fráfaringaraldur í Klaksvíkar kommunu lagt fyri býráðið.

Málið varð lagt fyri býráðið við tí endamáli at skapa eina trygga tilgongd í sambandi við starvsviðurskiftini hjá starvsfólkum, sum nærkast fráfaringaraldri. Málið varð tó beint aftur í umsitingina at tillaga og leggja fyri aftur.

Eftirfylgjandi hava orðingar í tilmælinum elvt til kjak og ónøgdsemi.Sum kommuna taka vit ábyrgd av hesum sera óhepnu signalum, sum henda viðgerð hevur ført við sær, og biðja vit um umbering fyri hetta.

Vit skilja væl, at starvsfólk kenna seg stoytt av óhepnum orðingum, og skulu vit undirstrika, at hesar ikki eru í tráð við tann hugburð, sum Klaksvíkar kommuna hevur.

Vit hava størstu virðing fyri øllum okkara starvsfólkum, bæði yngri og ikki minst eldri, royndum starvsfólkum, sum bæði eru dugnalig og hava stórt virði fyri sín arbeiðsgevara og hollar royndir og vitan at geva av.

Nú málið aftur liggur í umsitingini, skulu vit boða frá, at vit fara at gera okkum ómak við víðari viðgerðini av málinum – hetta fyri at tryggja starvsfólkunum tryggar, rættvísar og væl skipaðar tilgongdir.

Onnur tíðindi