Svartatalva

Torradagar aftur á skrá

Nú ber til at seta tiltøk á Torraskránna fyri 2026. Torradagarnir verða á skrá 16. – 21. februar.

Í 2007 vóru Torradagarnir á fyrsta sinni á skrá, m.a. tí saknur var í einum savnandi tiltaki á vetri, har tað tó aftur byrjar at ganga móti ljósari tíðum, sum eisini er ein merking av “Torra”.

Torradagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík í seytjan ár – í 2021 vórðu dagarnir avlýstir vegna sóttina. So hetta verður 18. ferðin, Torradagarnir eru á skrá.

Til ber umvegis leinkjuna niðanfyri at seta tiltøk á skánna – Skriva heitið á tiltaki, hvar, nær – dag og klokku – og skriva eisini eina frágreiðing um tiltakið. Eru ivamál ber til at skriva til samskiparan, Dáva Winther á dw@klaksvik.fo

Seinasta freist fyri at seta tiltøk á Torraskránna er á miðnátt leygarkvøldið 7. februar 2026!

Boða frá tiltakið her: Tiltøk á Torraskánna

Onnur tíðindi
17.12.2025

Grund­stykkjalistin dagførdur 5. januar 2026

29.10.2025

Minningahald allahalgannadag

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur