Svartatalva

Tríggir námsfrøðingar til nýtt toymi

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av einum nýggjum og mennandi námsfrøðiligum tilboði fyri børn við serligum tørvi.

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum til nýggja toymi í Fjallafípuni at byrja 10. august. Talan er um eitt sertilboð, har dentur verður lagdur á nærveru, trivnað, struktur og tað einstaka barnið, ið fær fáa stuðul í einum tryggum og fakliga sterkum umhvørvi. Størvini er 30 tímar um vikuna, men hetta kann avtalast nærri við setan.

Í nýggja toyminum verður arbeitt miðvíst við teimum námsfrøðiligu málunum, ið eru sett fyri einstaka barnið. Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag, sum tekur støði í tørvinum hjá barninum. Arbeitt verður í smærri bólkum og til tíðir ein til ein fyri at tryggja bestu møguligu menningarmøguleikarnar hjá børnunum – bæði sosialt, persónliga, málsliga og kropsliga.

Vit leggja dent á:

  • nærverandi og viðurkennandi námsfrøði
  • struktur og týðiligheit í gerandegnum
  • gott samstarv millum starvsfólk, foreldur og avvarðandi fakbólkar
  • eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri børnini
     

Sum námsfrøðingur í toyminum fert tú at:

  • arbeiða tætt saman við starvsfeløgum um einstaka barnið
  • leggja til rættis, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi
  • arbeiða miðvíst við málum og menningarætlanum fyri børnini
  • skapa tryggar relatiónir og eitt gott læringsumhvørvi
  • vera partur av eini felags fakligari menning og sparring
  • at samstarv við Námsfrøðiligu ráðgevingina
     

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir. Vit leggja dent á trivnað og felagsskap, og tú fært dugnaligar starvsfelagar, har vit sparra, vegleiða og menna hvønn annan.

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • hevur áhuga og/ella royndir at arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • ert nærverandi, jalig/ur og ábyrgdarfull/ur
  • megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur góð samstarvsevni
  • vilt gerast partur av dagliga virkseminum millum øll á stovninum
     

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag, og hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Um tú ynskir at hoyra nærri um størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 25 11 11.

 

Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2026. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 27/28.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Fjallafípuna

 

Um Fjallafípuna

Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 80 børnum í aldrinum 6 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

Onnur tíðindi
09.06.2026

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið - longd freist

07.06.2026

Skrivstovu­fólk til bókhaldið hjá Klaksvíkar kommunu

02.06.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð