Torradagar

Torradagar

Torradagar vera í døgunum 16. - 21. februar

Torradagar eru vanliga á skrá í eina viku, og verður hildin í Klaksvík í torra. Tiltakið varð fyrstu ferð hildin í 2007.

Torri - ella í torra - kallast mánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás.

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum í dag og fyrr.