Ruddingardagur
Rudda í viku 18
Árligur ruddingardagur í kommununi hevur verið fyriskipaður í nógv ár. Ymiskt hevur tó verið, hvussu ruddingardagurin hevur verið skipaður. Starvsøkini eru ymisk, og tí má uppgávan eisini loysast ymiskt. Rudding kann bæði vera úti í náttúruni og á arbeiðsplássinum sjálvum, har viðkomandi starvast.
Síðstu árini hevur verið víst á, at ruddingarátakið átti at fevnt um alt kommunala økið. Skilt á tann hátt, at øll kommunal øki eiga at slóða fyri við at halda síni egnu øki ruddilig.Tí hevur áheitan verið send til allar kommunalar stovnar/øki, har tað ber til, at seta ein dag av til at rudda í viku 18. Avvarðandi stjóri/leiðari hevur ábyrgd av at vísa á og samskipa ruddingardagin fyri hvønn einstakan stovn/øki.
Somuleiðis hevur borgarstjórin sent somu áheitan til vinnuveitarar í býnum.
Sum partur av Virkið Vár skránni verður aftur í ár skipa fyri grannarudding í viku 18. Nærri kunning á klaksvik.fo.