Sjómannadagur

Sjómannadagur

Sjómannadagurin verður 22. august 2026

Endamálið við tiltakinum er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.

Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.

Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.

Klaksvíkar kommuna er ikki fyriskipari av Sjómannadegnum, men stuðlar Føroya Sjómannadegi við praktiskari fyriskipan.