Ferðavinnudagur
19. februar verður skipað fyri forvitnisligum og áhugaverdum ferðavinnudegi í Varpinum.
Hesin dagurin er ein góður møguleiki hjá øllum - bæði royndum sum óroyndum - at vísa á allar tær forvitnisligu upplivingarnar, sum Norðoyggjar hava at bjóða.
Tey seinastu árini eru fyrispurningar til upplivingar í Norðoyggjum øktir sera nógv frá bæði føroyingum, útlendskum ferðafólkum og ferðaskrivstovum.
Tiltakið er allan dagin. Tað er ókeypis at luttaka.
Visit North ynskir við hesum at bjóða øllum áhugaðum til ein kunnandi fund mánadagin tann 2. februar klokkan 17.00 í Varpinum.
Tilmelding til fundin verður givin við at senda ein teldupost til info@klaksvik.fo
Sí annars nærri kunning her: Home - VisitNorth
Klaksvíkar kommuna er ikki fyriskipari av tiltakinum, men stuðlar við praktiskari fyriskipan.