Reglugerð fyri talgildari sølu av grundstykkjum
Listin yvir tøk grundstykkir verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað
ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.
Sølulistin er at finna á heimasíðu kommununnar www.klaksvik.fo
Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal
gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja
um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.
Tá fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um tað grundstykkið (ískoyti 22. august. Fyrsta bóking tekur við. Aðrar bókingar verða sleptar).
Grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at umsókn um grundstykki er sent til kommununa.
Verður ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið lýst leyst aftur næstu ferð, tá listin verður dagførdur.
Innan 1 ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, um annað ikki er avtalað í
skeytinum.
Fyri at melda til skulu hesar treytir uppfyllast ísb. við umsókn:
- navn á umsøkjara - og sama er galdandi fyri hjúnafelaga/samlivara ella samánara
- vera fylt/ur 18 ár
- ikki eiga kommunalt ella privat grundstykki í Klaksvíkar kommunu ella vera samlivandi við
persón, ið eigur slíkt grundstykki - um umsøkjari ella hjúnafelagi/samlivari ella samánari eigur fastogn í Klaksvíkar kommunu (har
ein kann hava privatan bústað), tá hann fær tilboð um kommunalt grundstykki, kann hann ikki fáa
játtað grundstykki frá kommununi, fyrrenn váttan fyriliggur uppá, at fastognin verður seld - hjúnafelagi/samlivari ella samánari telja sum ein og sama tilmelding/umsókn.
Áðrenn skeytið upp á grundøkið verður skrivað og tinglýst, skulu hesar treytir vera loknar:
- kommunan skal hava neyðugu upplýsingar til skeytaskriving, fult navn, p-tal, bústað
- kommunan skal hava váttan frá peningastovni um, at fígging er tøk til at fullfíggja alla byggiverkætlanina
- grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at umsókn um grundstykki er send. Í serligum føri kann gjaldsfreistin leingjast við 1 viku
- váttan um sølu av fastognini
- keypari váttar, at fastogn, ið hann frammanundan eigur í Klaksvíkar kommunu, verður seld,
áðrenn byggingin verður tikin í nýtslu.
Reglugerðin eru galdandi fyri talgildari grundstykkjasølu í Klaksvíkar kommunu og verður stýrd umsitingarliga.
Samtykt á býráðsfundi tann 28. mai 2025
Karl H. Johansen, borgarstjóri