Mentanarhúsið

Ikoniska Posthúsið, sum Palli Gregoriussen hevur teknað, verður bygt út til Mentanarhús í nýggja miðbýnum. Grunnurin Mentanarhúsið stendur fyri verkætlanini og tað er teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen, sum eigur vinnandi uppskotið. Kostnaðarætlan: umleið 45 milliónir.

LOA-grunnurin letur 9 milliónir

LOA-grunnurin er stytting fyri "Lokale og anlægsfonden", sum er danskur grunnur við endamáli at stuðla bygging innan mentan, ítrótt og frítíð, stuðlar verkætlanini. Grunnurin skrivar um verkætlanina í Klaksvík, at umframt at vera vakurt og fjølbroytt í mun til nýtslumøguleikar, er Mentanarhúsið eisini partur av eini størri heildarætlan fyri nýggjan miðbý í Klaksvík.

Verkætlanin Mentanarhúsið er mett at kosta kr. 60 mill og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022.