Taðing

Taðing

Sambært kunngerð skal taðing ikki elva til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum, tøð o.a. eiga at verða goymd undir tryggum viðurskiftum, og nýtslan av tøðum sum tilfeingi eigur at verða framd. Tað er sera umráðandi, at ein kunnar seg um galdandi reglur á økinum:

Kunngerð: Kunngerð um taðing
Umhvørvisstovan: Vegleiðing um taðing

Taðingarætlan

Klaksvíkar kommuna krevur, at tann, ið skal taða, ger eina taðingarætlan, sum lýsir, hvussu taðingin verður skipað, og hvar tøðini verða sprænd. Her eru tað ávís viðurskiftir, ið ein skal hava í huga:

- Hvussu taðingin verður skipað
- Tíðarskeiðið ið taðað verður
- Hvar taðað verður
- Slag og nøgd av tøðum
- Ræðisrættindi á lendi

Oyðublað: TAÐINGARÆTLAN

Taðing á lendi hjá øðrum:

Tá tú skalt taða á einum øki, ið tú ikki hevur ræðisrættin á, er neyðugt at hava váttan frá lendiseigaranum.
Oyðublað: TAÐING Á ØKI, IÐ ÁBYRGDARIN IKKI HEVUR RÆÐISRÆTTIN Á 

Oyðubløð skulu sendast til klaksvik@klaksvik.fo, ella latast inn í Miðlan, Nólsoyar Pálsgøtu 32, 700 Klaksvík

At hava í huga:

  • Taðing má bara fara fram í tíðarskeiðnum 15. mars til 15. oktober (søkjast kann um undantaksloyvi)
  • Loyvt er ikki at taða í regni, tó er loyvt at taða í sirmi
  • Loyvt er ikki at taða, tá lendið er fryst, ella tá kavi liggur
  • Loyvt er ikki at taða nærri enn 50 m frá bústøðum
  • Loyvt er ikki at taða í økjum, sum liggja oman fyri 250 m hædd (søkjast kann um undantaksloyvi)
  • Loyvt er ikki at taða á økjum, sum eru lýst sum verndarøki fyri drekkivatn
  • Loyvt er ikki at taða nærri enn 50 m frá vatnbrunnum, áum, løkum o.ø., sum leiða vatn í vatnbrunn
  • Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini beinleiðis seta í áir, løkir, vøtn, tjarnir, á strondina ella á sjógv
  • Í tann mun tað letur seg gera, skal tað ikki taðast, tá ættin liggur ímóti bygdum øki