Víðarisøla og innlating
Reglugerð fyri víðarisølu og innlating av grundstykkjum:
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 29. sep. 2022 nýggja reglugerð fyri víðarisølu av útgrivnum kommunalum gundstykkjum.
Nýggja reglugerðin merkir, at einans óútgrivin grundstykkir kunnu verða tikin inn og endurgjald latið. Er arbeiði framt á grundstykkinum, verður víst til reglugerð fyri víðarisølu av kommunalum grundstykkjum framyvir.
Í ávísum føri kann kommunan taka útgrivin grundstykkir inn aftur, men einans um kommunan hevur eina ítøkiliga ætlan við einum útgrivnum grundstykki, sum tað verður lýst í reglugerðini.