Broytingar í byggisamtyktini fyri nýtt havna- og vinnuøki í Ánunum
Nýtt havna- og vinnuøki norðanfyri Norðhavnina í Ánunum
Kunngerð: Málsnr. 24/01145
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 26. feb. 2026 uppskot um at stovna nýtt havna- og vinnuøki norðanfyri Norðhavnina í Ánunum.
Endamálið við nýggja økispartinum er at fylgja við í menningini av kommununi og harvið kunna framtíðartryggja og bjóða byggilendi til vinnuligt virksemi. Nýtslan í nýggja økispartinum kann vera vinnuligt virksemi: vinnuvirki, handverk, smiðjur, goymslur og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi og frítíðarvirksemi, sum hevur
við sjógvin at gera.
Í uppskotinum verður lagt upp til at bakkin skal liggja óbygdur m.a. fyri at varðveita bøin og halda frástøðu til landsvegnum.
Samanlagt er økisparturin B28 33.000 m2 (3,3 ha) til støddar, bakkin er uml. 13.000 m2, og sjóøkið
er uml. 20.000 m2. Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 4b, 51, 4a, 31, 41b, 26c, 21, 17a, 26a og d, Strond.
Tilfar, sum lýsir uppskotið B28 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 29. mai – 26. juni 2026 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 17. juli 2026. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 24/01145.
Kæruvegleiðing:
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum og vísandi til almennu lýsingina, dagf. 29. mai 2026, um stovnan av B28 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu, skulu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera kommununi í hendi í seinasta lagi 17. juli 2026. Vísandi til § 6, stk. 2 í somu lóg, verða innkomin mótmæli ella broytingaruppskot, sum býráðið ikki tekur við, send inn saman við uppskotinum, tá hetta verður sent landsstýrisfólkinum til góðkenningar.
29. mai 2026
Klaksvíkar Býráð
Skjøl
- Kort 1_ u. matr.nr_.pdf (721.63 KB)
- Kort 2_v. matr.nr_.pdf (447.19 KB)
- Uppskot til økisblað B28.pdf (166.57 KB)
- Kunngerð 29. mai - 17. juli 2026 (219.49 KB)