Broyting í byggisamtyktini fyri A24 og G, Ánir
Byggisamtyktarbroyting fyri A24 og G, Ánir
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 28. mai 2026 uppskot um at dagføra økisblað A24 (bygdin í Ánunum) og økismarki millum A24 og G (landbúnaðar).
Broytingin av økisásetingartekstinum er partur av eini størri dagføring av øllum økisbløðunum í almennu byggi-samtyktini fyri Klaksvíkar kommunu. Broytingin umfatar dagføring sbrt. Bygningskunngerðini, kort, orðingar og umhvørvisflokking o.a. Somuleiðis er A24 víðka við uml. 545 m2, við tí er økisparturin G (landbúnaður) minkaður tilsvarandi. Broytingin er partur av eini marknaumskipan. Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 19, 33, 28, 29a, Ánir.
Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu er at síggja í Miðlan og á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo frá 15. juli til 5. aug. 2026. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 26. aug. 2026. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 24/00244.
Skjøl
- Kunngerð (282.33 KB)
- Kort 1 u. matr. (686.57 KB)
- Kort 2. v. matr. (498.41 KB)
- Økisblað A24 (150.97 KB)
Kæruvegleiðing:
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum og vísandi til almennu lýsingina, dagf. 15. juli 2026, um byggisamtyktarbroyting av A24 og G, Ánir í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu, skulu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera kommununi í hendi í seinasta lagi 26. aug. 2026. Vísandi til § 6, stk. 2 í somu lóg, verða innkomin mótmæli ella broytingaruppskot, sum býráðið ikki tekur við, send inn saman við uppskotinum, tá hetta verður sent landsstýrisfólkinum til góðkenningar.
15. juli 2026