ABC fyri sálarheilsu
ABC fyri sálarliga heilsu
Klaksvíkar kommuna er partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum Heilsustýrið samskipar og varðar av.
Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum føroyingar. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Tað hevur eins stóran týdning at ansa eftir og varðveita góða sálarliga heilsu og tað hevur at ansa eftir kropsligu heilsuni.
Klaksvíkar kommuna hevur síðan 2017 verið samstarvspartur hjá Heilsustýrinum, og hevur síðan 2020 sett sjóneykuna á ABC umvegis tiltøkini Virkið Vár og Virkið Heyst. Harumframt luttekur kommunan í øðrum átøkum hjá Heilsustýrinum, har nevnast kann Virkin oktober og Virkin januar.
Til ber at lesa meira um ABC fyri sálarliga heilsu á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.
Virkið Vár - Virkið Heyst
ABC fyri sálarliga heilsu er grundarlagið undir Virkið Vár, sum er í viku 18 og Virkið Heyst, sum er í viku 41.
Síðan 2020 hevur verið samstarva við ítrótta- og frítíðarfelagsskapir, fyritøkur og aðrar áhugapartar, tá ið skipað hevur verið fyri Virkið Vár og Virkið Heyst, sum varpar ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi. Bæði tá ið talan hevur verið um afturvendandi tiltøk, men eisini tá ið nýggj hugskot hava verið ment.
Við góðum íkasti frá ítrótta- og áhugafeløgum, einstaklingum og fyritøkum verða tiltøk til ymiskar aldursbólkar ment á hvørjum ári.
Áhugaði eru altíð vælkomin at senda teldupost við hugskotum um átøk, sum kunnu stuðla undir eina góða sálarliga heilsu.
Send boð til klaksvik@klaksvik.fo og viðmerk teldupostin Virkið Vár/Heyst