Broytingar í byggisamtykt
Kunngerð: Uppskot til almenna byggisamtykt fyri Svínoy
Almenn byggisamtykt fyri Svínoy: Málsnr. 21/01716
Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 23.09.2021 uppskot um almenna byggisamtyktina fyri Svínoy.
Eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy og umfatar alla Svínoyar bygd.
Uppskotið til almenna byggisamtykt fyri Svínoy er deilt í hesar økispartar:
- A, Blandað íbúðar- og vinnuendamál
- B, Vinnuøki
- C, Almenn endamál
- D, Grønt øki
- F, Frítíðaøki
Tilfar, sum lýsir uppskotið um almenna byggisamtykt fyri Svínoy, Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til
alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 25.03.2022 – 15.04.2022 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu
kommununnar www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi
06.05.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, skal máls nr. 21/01716 viðmerkjast.
Klaksvíkar Býráð 25.03.22
Tilfar:
- Byggisamtyktarkort - Svínoy 25.03.2022.pdf (4.85 MB)
- Økisásetingar fyri Svínoy 250322.pdf (3.18 MB)