Dagstovnar

Stovnar í Klaksvíkar kommunu

Í Klaksvíkar kommunu eru seks kommunalir dagstovnar til børn undir skúlaaldur. Harumframt er frítíðarskúlin Snjallabjalla til børn í 1. og 2. flokki.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um stovnarnar, og harumframt kanst tú kunna teg nærri um foreldragjøld og lesa meira um foreldraráð, galdandi lóggávu og reglugerð á økinum.

Barnahúsið Margit

Barnahúsið Margit lat upp í 2007, og hevur pláss til børn í aldrinum 0-7 ár. Fimm stovur eru í Barnahúsinum Margit: Várperlan, Summarperlan, Heystperlan, Vetrarperlan og Perlan, sum er stova fyri børn við serligum tørvi.

Bústaður: Traðagøta 31

Tlf: 474530

Les meira um Barnahúsið Margit

Fjallafípan

Fjallafípan hevur pláss fyri børnum í aldrinum 5-7 ár. Staðsetingin Úti í Grøv merkir, at náttúruumhvørvið – viðarlundin, fjøran, áin og hagin -  setir sín dám á gerandisdagin í Fjallafípuni. Í námsfrøðiliga arbeiðnum verður stórur dentur lagdur á at arbeiða við menningarætlan fyri hvørt einstakt barn. Fýra stovur eru í Fjallafípuni: Steinstólpan, Mýrisnípan, Reyðstapin og Músabróður.

Bústaður: Úti í Grøv – Undir Brekkuenda 5

Tlf: 458415 - 284538

Les meira um Fjallafípuna

Drotning Margrethu barnagarður

Stovnurin er normeraður til 113 børn í aldrinum 0 - 7 ár

3 Vøggustova til aldurin 0 - 3 ár
3 Barnagarðsstovur til aldurin 3 -5/6 ár
1 Stórastova til aldurin 6 - 7 ár

Bústaður: Gerðagøta 12

Tlf: 455557

Les meira um Dr. Margrethu barnagarð

Mylnuhúsið

Mylnuhúsið lat upp 6. januar 1999 og heldur til í trimum bygningum.

1) Mylnuhúsið hevur barnagarðsstovur og vøggustovu

Bústaður: Mylnugøta 10

Tlf: 457788

2) Útistova heldur til í skótahúsinum úti í Grøv og hevur Tlf. 23 77 15

3) Gerðastova heldur til á Heygavegi 7, kj., og hevur Tlf. 23 77 14

Les meira um Mylnuhúsið

Blákollan

Blákollan er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Blákollan hevur pláss fyri børnum í aldrinum 0-6 ár.

Talan er um barnagarðspláss og vøggustovupláss.

Bústaður: Kjalarvegur 30

Tlf: 458866

Kommunala dagrøktin

Kommunala Dagrøktarskipanin er ein vælvirkandi skipan til børn í aldrinum 0 til 3 ár. Talan er um 3 til 4 børn hjá hvørjum Dagrøktara. Tveir fylgjandi dagar á leið 2. hvørja viku eru 3 til 4 Dagrøktarar við børnum í spælustovu.

Frá 3 ára aldri og so hvørt sum pláss er tøkt, fáa børnini tilboð um barnagarðspláss.

Bústaður: á Brekku 36

Tlf: 456385

Snjallabjalla

Snjallabjalla er kommunali frítíðarskúlin, sum lat upp 19. september 2011. Stovnurin er normeraður til 1. og 2. flokk.

Snjallabjalla er partur av frítíðini hjá børnunum og leggja vit stóran dent á, at børnini saman við okkum, hava rúm og umstøður at skapa teirra frítíð sjálvi.

 

Snjallabjalla

- eitt fjølbroytt frírúm hjá børnunum.
- eitt hús, har børnini saman vit teimum vaksnu seta dagsskránna.
- eitt hús, har jaligheit og viðurkenning eru ein sjálvfylgja
- eitt hús, har børnini kunnu skapa vinarbond og góðar relatiónir
- eitt stað, har barnið upplivir, koblar úr og eitt stað har man bara kann ”vera”
- eitt hús, har pláss er fyri ymiskleika
- eitt hús, har samskifti er jaligt- vit tosa pent
- eitt hús í menning
 

Sí meiri kunning inni www.snjallabjalla.fo

Telefon: 455088/258358/250358/258455

Telefon leiðari: 218878

Bústaður: Skúlavegur 1