Djór

Hundar

Sambært kunngerð frá 2014 skulu hundar altíð vera í bandi á økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at eigarin hevur hundin tætt inni at sær.

Hundaeigarar skulu syrgja fyri, at hundurin hevur hálsband við navni og bústaði á, frá tí hann er 4 mánaðir gamal.

Sum nevnt skulu hundar í Klaksvíkar kommunu altíð vera í bandi. Undantikið hesum er tó merkta økið til hundavenjing úti í Grøv, har hundar kunnu vera leysir innanfyri hegnið. Økið til hundavenjing sæst í høgru síðu á kortinum her.

Løgreglan tekur hundar, sum ganga leysir. Eigarin fær fráboðan; hevur hundurin ikki navnaspjaldur, verður lýst eftir eigaranum.

Kemur eigarin ikki eftir hundinum og loysir hann út ímóti gjaldi, kann løgreglan avhenda ella avlíva hundin. Bót verður givin eigarum, sum lata hund ganga leysan.

Leysir hundar kunnu fráboðast Politistøðini á tlf. 455348 ella Endurnýtsluni á tlf. 454242 / 213242

Kettur

Leysar kettur kunnu fráboðast vegadeildini á tlf. 21 64 88 ella Miðlan á tlf. 41 00 00.

Flogfenaður

Reglugerð fyri flogfenaðhald í Klaksvíkar kommunu sæst í faldaranum her.

Yvirkoyrdur seyður

Yvirkoydur seyður skal altíð fráboðast løgregluni á tlf. 351448