Eldraráð
Val av eldraráð
Tá val til Eldraráðið í Norðoyggjum var í 2024, vóru tað eins nógv uppstillað, ið skulu til fyri at manna Eldraráðið. Tí tók tá sitandi eldraráð støðu til, at tey uppstillaðu vórðu vald í Eldraráðið uttan nakað val. Orsøkin, til at hetta letur seg gera, er, at Eldraráðið skipar seg sjálvt, og atkvøðutalið hevur onga ávirkan á, hvussu Eldraráðið verður skipað.
Tey, sum mannað Eldraráðið, eru hesi:
Fyri Klaksvíkar kommunu: Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø, Hanus Poulsen og Steinbjørn O. Jacobsen
Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen
Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð
Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen
Fugloyar kommunu: eingin valdur