Rætturin til fíggjarligt frípláss

Rætturin til fíggjarligt frípláss

§ 2. Kommunan kann játta heilt ella partvíst fíggjarligt frípláss, um umsøkjarin prógvar, at inntøkugrundarlagið hjá húski umsøkjarans er lægri enn inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi.

Við í umsóknini skulu tí fylgja nágreinilig yvirlit yvir inntøku fyri seinasta ár og inntøka higartil í ár.  Hetta er eisini galdandi fyri hjúnafelaga/maka. Sum skjalprógv fyri inntøkur hava vit brúk fyri skjølum av inntøku hjá húskinum í fjør og higartil í ár.

Inntøkur, sum skulu skjalprógvast:

  • A-inntøka*
  • B-inntøka*
  • Heilt ella partvís skattafríar inntøkur sum t.d. eru: *
    • Almannaveitingar, ið koma ístaðin fyri inntøku
    • Barnagjald
    • Barnaviðbót
    • Lestarstuðul
    • Leiguinntøka
    • Skattskyldigur nettovinningur
    • Onnur skattskyldig inntøka

Inntøkuskjøl fáa tit frá hesum leinkjum:

Ella við at senda teldupost til: taks@taks.fo og biðja um inntøkuskjøl ísmbv. umsókn um fíggjarligt frípláss.