Grindadráp

Eingin myndasøvn

Skipan av grindadrápi í Klaksvík

Sýslumaðurin hevur grindadráp um hendi. Uppgávan hjá fyrisitingini er at samstarva við sýslumannin og grindaformenninar um mannagongdir og at skipa grindadrápið.


Grindaboð 

Sýslumaðurin, Miðlan, grindaformenninir og Klaksvíkar Havn fáa grindaboðini sum skjótast, soleiðis at drápið kann verða so væl skipað, sum til ber. 

Tá ið sýslumaðurin fær grindaboðini, boðar hann í arbeiðstíð Miðlan frá og aftan á arbeiðstíð sløkkiliðsstøðini frá, og syrgja tey fyri, at boðini verða givin víðari til formann á vegadeildini sum skjótast.

 

Tilmeldingin á landi

Grindamenn á sandinum melda seg til hjá uppskrivarum, sum eru í vesti. 
Fyri at vissa seg um, at grindamenn verða skrivaðir upp, verða grindamenn bidnir um at stilla seg í røð við uppskrivararnar.
Tá tilmeldingin er liðug, skulu uppskrivararnir alt fyri eitt flýggja sýslumanninum listarnar til drápspart.
Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa nøvnini.

 

At melda bát til

Tilmeldingin fer fram umborð á báti.
Bátar verða uppskrivaðir við navni, bátaánara og tali av grindamonnum.
Tá tilmeldingin er liðug, skulu uppskrivararnir uttan drál flýggja sýslumanninum listarnar til drápspart og viðvirka til, at seðlarnir koma skjótt út. Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa bátanøvnini.

 

Tá skorið verður upp

Klaksvíkar Havn hevur skyldu til at ávísa hóskandi øki, sum verður nýtt til at skera upp. Klaksvíkar kommuna veitir hóskandi amboð til at leggja hvalir, so til ber at skera upp.

 

Upprudding

Tá liðugt er at skera upp, verður uppruddingin av havnaøkinum sett í gongd. Tekniska deild hjá kommununi samskipar hetta arbeiðið saman við Klaksvíkar Havn.