Tíðindi

21.02.2018
Myndarøð: Kvinnurnar og havið

Myndir frá Torratiltakinum í Smæruni í gjár.

(trýst á myndina fyri at síggja hana í fullari stødd)

Í gjár var Óli Jacobsen í Smæruni sum partur at Torraskránni, har hann umvegis bøkur sínar “Havið tók teir” og “Tær bygdu land” hugleiddi um leiklutin hjá kvinnuni, tá ið menninir vóru til skips og stundum ikki komu aftur.

Vanliga eru tað menninir, sum verða settir í samband við lívið á sjónum og er nógv skrivað um tað. Men ikki er so nógv skrivað um leiklutin hjá kvinnunum heima, meðan mennirnir vóru burtur.

Óli greiddi frá ferð til Íslands í 1999,  har skipað varð fyri minningarhaldi í sambandi við at sluppin Anna først í 1924 - 75 ár frammanundan. Fleiri av monnunum liggja grivnir har.

Við á ferðini var ein 82 ára gomul Berlina, sum var 7 ára gomul, tá ið pápi hennara fór avstað og ongantíð kom aftur.

Hon legði seg á knæ á grøvini hjá pápanum, og kendi eftir vitjanina, at fyrst nú hevði hon rættiliga fingið sagt pápanum farvæl – 75 ár seinni.

Tá ið hon kom heim aftur vórðu gomlu døkku myndirnar, sum hingu á veggunum til minnis um pápan tiknar niður, tí nú hevði hon fingið sagt honum farvæl.

Óli kom eisini nakað inn á hendingina við Ernestinu, sum først undir Selvogsbjørgunum í Íslandi í 1930, og at eftirkomara eftir teir, sum fórust gjørdu líknandi ferð árið eftir – í 2000.

Í Bókini “Tær bygdu land” sigur Brynild Absalonsen frá hvussu var at gera klæðini til til menninar, sum skuldu til skips – alt mátti seymast ella bindast. Tá bar ikki til bara at fara í handilin at keyp klæðini. Heldur ikki oljudansin, sum varð seymaður heima. Teir, sum vóru eftir bygdini, tá ið menninir vóru farnir til skips, vóru smádreingir og gamlir menn.

Tá ið skipini stundum ikki komu aftur, og eingin telefon var, var at bíða og bíða við óvissu – upp í mánaðir. Onkuntíð fórust maður og synir úr sama húsi við sama skipi.

Ein genta, sum skuldi giftast, tá ið drongurin kom aftur, helt fram at seyma brúðarkjólan fleiri mánaðir eftir, at maðurin skuldi verið komin aftur.

Einki varð tosað um missin og saknin. Ein eldri kona greiddi frá, at hon hevði ikki hoyrt mammu sína grett at pápin var farin alt lívið – hon tók tað ikki uppá tungu. Men hon hevði bert skilt á fólki og fólkatosi, at so mátti vera.

Tey kláraðu seg við hjálp frá Guði og góðum fólki, sum tikið plagar at vera til, tí eingin Almannastova var at styðja seg til tá.

Væl av fólki var við til hugleiðingina í Smæruni, sum letur dyrnar upp aftur í dag kl. 15, tá ið “Sang- og hugnaløta av Stongunum” verður við Janus Jacobsen, Steinbjørn O. Jacobsen, Eyðun Jacobsen og Henny Gerðalíð, sum syngja og siga frá.

Torraskráin finnist í fullari longd á www.klaksvik.fo/torradagar

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna