Tíðindi
Fyri góðum mánaði síðani varð farið undir at skifta gólvið í KÍ høllini. Arbeiðið hevur gingið væl og væntast liðugt síðst í komandi viku.
Gólvið var seinast skift í 2008. Tá ið hugsað verður um, hvussu nógv virksemi er í høllini, so má sigast, at gólvið hevur tænt fyri seg.
Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at talan hevur verið um eitt umfatandi arbeiði, sum nú næstan er liðugt. Tó hevði arbeiðið als ikki verið komið so langt, um tað ikki var fyri góðu hjálpina frá ítróttafeløgunum.
- Ung sum eldri í ymiskum ítróttafeløgum hava veruliga tikið eitt tak í hesum arbeiðinum. Ikki bara við at taka tað gamla burtur, men eisini í tilgongdini at fáa vøllin, tey ynskja. Valið av vølli og strikum er tikið í tøttum samstarvi við tey, sum skulu brúka høllina, og tað gleðist eg um.
- Fleiri 100 fólk brúka høllina gjøgnum vikuna. Tað er her, at børn og ung savnast, mennast og trívast, og tí eri eg ómetaliga glaður um, at býráðið hevur játtað pening til hetta arbeiðið. Tørvur er á fleiri ábótum í KÍ høllini, men hetta er eitt gott stig á leiðini. Tað hevur nevnliga stóran týdning fyri okkum sum býráð at raðfesta karmar til frítíðarvirksemi, sum gagnar nógvum borgarum í býnum, sigur borgarstjórin.
Gomlu beinkirnir eru eisini tiknir burtur, og verða nýggir settir ístaðin. Talan verður um sokallaði «teleskop» áskoðarapláss, sum kunnu brúkast eftir tørvi. Tað merkir, at tá ið tørvur ikki er á áskoðarplássum, so verður munandi størri gólvpláss. Hetta gevur næstan 200 m2 av gólvi afturat, tá ið áskoðarplássini ikki eru í brúk, sum sjálvandi eisini letur upp fyri nýggjum møguleikum.
KÍ høllin hevur eina drúgva søgu, tí hon hevur verið karmur um ítrótt og annað virksemi líka síðan 1969, tá ið hon, sum tann fyrsta ítróttarhøllin í landinum, alment læt upp. Hetta var tá eitt risafet, sum hevur havt ein týðandi leiklut í menningini líka síðan.

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

Býráðsskráin 26. juni 2025
