Tíðindi

14.09.2018
Ung í arbeiði eydnaðist væl eftir nýggja leistinum

Verkætlanin eydnaðist sum heild avbera væl og eftirmetingin gevur ábending um, at bæði ungu arbeiðstakararnir og arbeiðsgevararnir á privata og kommunala arbeiðsmarknaðinum hava tikið sera væl ímóti fleiri av nýggju átøkunum.

Tá Durita Samuelsen í vár varð sett í verkætlanarstarv sum samskipari av Ung í arbeiði 2018, var tað við uppskoti um fleiri broytingar í verkætlanini, sum hevur verið fastur táttur hvørt summar í nógv ár. Millum nýggju átøkini vóru eitt nú setanarsamrøður, tilvitað paring av arbeiðstakarum og arbeiðsplássum, verkstovan, sum var savningarstað fyri tey ungu eftir arbeiðstíð og ein vangi á Instagram, har tey ungu og øll áhugaði kundu fylgja við í arbeiðslívinum hjá teimum ungu.

Allir umsøkjarar, sum luku treytirnar, komu við í verkætlanina, har tey vóru til arbeiðis í tvær vikur í part á einum privatum ella kommunalum arbeiðsplássi, og hetta fegnast bæði Durita Samuelsen, samskipari, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung um.

- Afturmeldingarnar hava verið fantastiska góðar millum tey ungu, sum veruliga hava verið arbeiðssom og røsk gjøgnum alla verkætlanina. Fyri nógv av teimum hevur hetta jú verið teirra fyrsta arbeiði, og tí er tað ótrúliga umráðandi fyri tey og okkum øll, at tey fingu eina góða uppliving, tí arbeiðslívið er jú ein rættiliga stórur og týdningarmikil partur av lívinum hjá einum menniskja, sigur Durita Samuelsen.

Avgerðin um at skipa Ung í arbeiði eftir nýggja leistinum varð tikin politiskt tíðliga í ár, og semja er eisini millum borgarstjóran og avvarðandi nevndarforkvinnu um, at talan var um eina góða avgerð.

- Nýggi leisturin hevur kastað nýggjar vinningar av sær í verkætlanini, bæði við tað, at vit til dømis hava fingið eitt gott, tætt samstarv og samband í lag við privata arbeiðsmarknaðin og eisini tað, at átakið óivað hevur givið teimum ungu møguleika fyri at læra eina rúgvu um samfelagið og arbeiðsmarknaðin. Og øvugt eisini, at vinnulívið í kommununi kanska eisini hevur fingið eyguni upp fyri, hvussu nógv røsk og arbeiðssom ung, vit eiga í samfelagnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hesum tekur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung undir við, og hon leggur afturat, at verkætlanin hevur ein stóran mennandi og trivnaðarligan týdning fyri ung í Klaksvíkar kommunu.

- Tað fantastiska við hesum er, at vit hava sæð eina rúgvu av 16-17 ára gomlum tikið initiativ og ábyrgd við at vera við í verkætlanini. Tey hava víst sítt virði og dugnsemi, og samstundis ivist eg ikki í, at tey hava lært nógv um, hvussu arbeiðsmarknaðurin er innrættaður, og tað fer heilt sikkurt at koma teimum væl við seinni í lívinum eisini, umframt at eitt tættari samband er komið í lag millum tey ungu og ymsu aktørarnar á privata og kommunala arbeiðsmarknaðinum, sigur Beinta Klakstein.

Eftirmeta og runda av í hesum døgum

Síðan seinasti arbeiðsdagur á hesum sinni var av miðskeiðis í august, hevur samskiparin gjøgnum samrøður við ungu arbeiðstakararnar og ymsu arbeiðsgevararnar gjørt eina eftirmeting av verkætlanini sum heild, og sum heild hevur nýggi leisturin verið rættiliga væl móttikin. Til ber framvegis hjá teimum ungu, foreldrum, arbeiðsgevarum og øðrum áhugaðum at senda sínar afturmeldingar og møgulig hugskot viðvíkjandi verkætlanini til uia@klaksvik.fo.

Í næstum verður skreytblað sent út til øll tey, sum hava luttikið í Ung í arbeiði 2018, og harumframt verður lagt upp til politiska støðutakan um, hvussu Ung í arbeiði framyvir skal skipast. Instagram-vangin, sum tey ungu hava fylgt og verið glað gjøgnum alt summarið, verður framyvir umskipaður til at vera ein meira breitt dekkandi pallur hjá Klaksvíkar kommunu á Instagram. Hetta kann vónandi vera við til at varðveita góða sambandið millum kommununa og ungdómin, og harumframt er tað eisini í tráð við strembanina hjá Klaksvíkar kommunu eftir at vera umboðandi og til staðar har, sum borgarin er – eisini á sosialu miðlunum.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy