Tíðindi

17.09.2018
Fríðkan og víðkan á dagstovnaøkinum

Kommunalu dagstovnarnir Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið hava allir fingið ein kærkomnan og tiltrongdan umgang við málingapenslinum í summar.

- Karmar og umstøður hava sjálvsagdan týdning fyri trivnaðin úti á stovnunum, og vit leggja okkum altíð eftir at gera hetta so gott sum yvirhøvur gjørligt, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.

Hon fegnast um, at Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið allir eru málaðir í summar. Forkvinnan leggur samstundis dent á, at trivnaður hjá børnum og vaksnum ikki bara er treytaður av fysiskum kørmum, men at viðlíkahald og fríðkan tó er ein týðandi partur av at røkja og menna dagstovnaøkið.

- Trivnaðurin og samveran millum børnini og tey vaksnu á stovnunum eru alfa og omega, men viðlíkahald og fríðkan er sanniliga eisini neyðug fyri at menna dagstovnaøkið og gerandisliga innihaldið á ymsu stovnunum, og vit leggja okkum jú øll eftir at gera eitt so gott arbeiði sum yvirhøvur gjørligt hvønn einasta dag til frama fyri trivnaðin og vælveruna hjá okkara yngstu borgarum, so eg eri ordiliga glað fyri, at tað við málingini er blivið eitt sindur snotiligari á øllum hasum stovnunum í summar, sigur forkvinnan.

Útboðið skal nøkta eftirspurningin

Beinta Klakstein leggur afturat, at nógv lív og virksemi er á samlaða dagstovnaøkinum í løtuni, og at arbeitt verður við fullari orku fyri at tryggja eina so góða tænastu sum gjørligt.

- Tað er ongin loyna, at trýstið og eftirspurningurin eftir plássum er til staðar, og harafturat treingja fleiri av okkara stovnum til eina fríðkandi hond og í summum førum eisini fleiri fermetrum at húsast í, men vit arbeiða við øllum teimum loysningsmodellunum, sum eru í spæl, og eitt av teimum mest aktuellu átøkunum er nýggja stovueindin á Brekku, sum letur upp í næstum. Har er námsfrøðingur júst settur og hølini eru klár at taka í nýtslu, so tað kann í fyrsta umfari hjálpa okkum við at nøkta stóra tørvin á dagstovnaplássum, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevnd býráðsins.

Nýggja stovueindin á Brekku er staðsett í kjallaranum undir spælistovuni, har dagrøktarskipanin heldur til. Stovueindin er innrættað við smidligum kørmum, sum bæði kunnu nøkta tørv á vøggustovu- og barnagarðsplássum, og sostatt er eindin eitt kærkomið amboð at taka í nýtslu, tá tørvurin á plássum úti á ymsu stovnunum er størstur, tí tá kunnu børn so fáa fyribils pláss í nýggju stovueindini.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy