Nýggjastu tíðindi

07/11/2018

Gakk ella renn – kom við!


Leygardagin 10. november fara vit aftur at ganga og renna fyri sálarheilsuna.

Í oktober skipaðu kommunan og Treysti í felag fyri tiltakinum "Gakk ella renn fyri sálarligu heilsuna", og hetta fekk somikið góða móttøku, at talan nú verður um eitt afturvendandi tiltak. Tí bjóða vit nú aftur øllum at vera vælkomin til ein hugnaligan túr leygardagin 10. november.

Við tiltakinum ynskir kommunan at varpa ljós á týdningin av ABC fyri sálarliga heilsu, sum er: ver saman, ver virkin og ver hugbundin. Tí bjóða vit øllum at vera hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan gongu- og rennitúr, sum byrjar og endar við Býráðshúsið. 

Vit hittast kl. 11, og so ganga ella renna vit øll í 15 minuttir, áðrenn vit aftur venda nøsini móti Býráðshúsinum, har kommunan bjóðar frísktpressað appelsinjuice omaná túrin. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina frískliga og heilsugóða byrjan uppá vikuskiftið!

Nýtt í kommununi

Hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð
17/09/2021

Vit søkja eftir avloysar fyri hjálparfólk í farloyvi. Talan er um eitt tíðavmarkað starv frá 1. oktober 2021 til 31. desember 2021… Les meira »

Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeiðsfólk
15/09/2021

Í sambandi við at arbeiðið við tunlunum ”norður um fjall” nú fer í gongd, so hevur Articon vent sær til kommununa um at útvega eit… Les meira »

Klaksvíkar kommuna við í átakinum Rudda Føroyar
14/09/2021

Í døgunum 11.-18. september fara vit at rudda í kommununi í sambandi við árliga ruddingarátakið Rudda Føroyar. Í hesum sambandi ve… Les meira »

Vís fleiri