Tíðindi

21.02.2019
Arbeiðsfólk til Kalsoynna

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at taka sær av fyrifallandi arbeiði, m.a. viðvíkahald og umvæling av bygningum, vegum­, vatnveiting, kaðalgrevstri, kirkjugørðum, ruskmóttøku, spæliplássum, sparkivallum, fríðkanararbeið og almennum vesum, umframt grevstur í samband við jarðarferðir. Talan kann eisini verða um arbeiðsuppgávur, ið skulu loysast saman við øðrum arbeiðsfólki á Kalsoynni, ella saman við aðrari deild hjá Klaksvíkar kommunu, tá talan er um størri uppgávur.

 

Førleikakrøv
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsøkið.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Kl. Arbeiðsmannafelag.

Starvsstaðurin er Kalsoyggin; arbeiðdagurin kemur tó í mestan mun at vera í bygdunum Húsar og Syðradalur.

Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar bygnaðarbroytingar. 

 

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo

Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til:
Klaksvíkar kommuna
Postsmoga 2
710 Klaksvík
Mrk. Arbeiðsfólk til bygdirnar Húsar og Syðradal

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadag 12. mars kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Fróða Hansen, leiðara fyri húsavørðatoymið, á tlf. 213249 ella Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, tlf. 228788

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy