Tíðindi

14.03.2019
Fótbóltur fyri børn við tilflytarabakgrund

Leygardagin 30. mars 2019 bjóðar Fótbóltssambandið øllum børnum (5 – 12 ár) við tilflytarabakgrund til eitt stuttligt fótbóltstiltak í Sandavági og á Eiði.

Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgunum og er hetta tí ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaði í Føroyum. Við hesum tiltakinum, vilja vit fegin bjóða børnum við tilflytarabakgrund royna eina fótbóltsvenjing.

Bæði børn, sum longu spæla fótbólt og børn, sum ikki spæla fótbólt eru vælkomin at luttaka.

Meðan børnini hugna sær á vøllinum, so bjóða vit øllum foreldrum til ein drekkamun, har vit eisini koma greiða nærri frá týdninginum at vera p artur av einum ítróttarfelagið.

Tiltakið í Sandavági byrjar kl. 10:00 á vøllinum. Fótbóltsvenjingin endar kl. 11:00, tá børnini fáa sunkist og frukt.

Tiltakið á Eiði byrjar kl. 15:00 á vøllinum. Fótbóltsvenjingin endar kl. 16:00, tá børnini fáa sunkist og frukt.

Tað er ókeypis at luttaka og øll børn, sum luttaka fáa ein fótbólt.

Tilmelding við at senda teldupost til ath@fsf.fo. Tilmeldingin skal innihald navn og aldur hjá barninum og upplýsingar um, hvørjari bygd/býi, ið barnið er búsitandi og um viðkomandi longu spælur fótbólt ella ikki. Minst til eisini at viðmerkja, um tit ynskja at lutaka í Sandavági ella á Eiði

Myndir vera tiknar í samband við tiltakið, ið vera lagdar á Facebook hjá Fótbóltssambandinum.

Eru spurningar ella ivamál, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Andrass Thomsen á +298 291972 ella ath@fsf.fo

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy