Tíðindi

06.05.2019
Megnar arbeiði og nógv umrøða av arbeiðnum á Klakki

Tey 15 útlendsku og 5 føroysku sjálvbodnu, sum arbeiddu á Klakki 26. og 27. apríl, fingu nógv burturúr. Við sveittabroti í mjørka og regni og sól gróvu tey á leið 275 m av gøtu út við hond, fyltu hana upp við skervi, løgdu rør, drenaðu, laðaðu, smíðaðu trappur, og til seinast sáddu tey gras framvið gøtuni. Eitt megnar arbeiði!

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin, og upptøkurnar vóru at síggja í TV-avisen of 21 søndag og eisini SVT vísti upptøkurnar. Harumframt var ein journalistur frá The Telegraph við í arbeiðnum, so Norðoyggjar hava fingið væl av umrøðu burturúr átakinum.

Átakið uppi á Klakki var eitt samstarv ímillum Innistovuhaga, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Kunningarstovu og Visit Faroe Islands, men eisini vælvild úr nærumhvørvinum spældi ein týðandi leiklut. Norðhús stuðlaði við at lata og føra ein arbeiðsskúr niðan á Háls, og í hesum hugnaliga skúri fingu tey sjálvbodnu lívd og nýggjar kreftir til arbeiðið. Norðoya Bjargingarfelag lat eitt aggregat, sum tryggjaði streym til m.a. at bryggja kaffi, og alt hetta var við til at gera arbeiðið møguligt.

Hans Hjalti Skaale, arbeiðsformaður, og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari, ynskja at takka øllum áhugapørtum, sum hava verið við, fyri gott samstarv. Átakið vísir, hvussu nógv kann fáast burturúr, tá ið samstarvað verður um at røkka málunum, og hetta er týðandi í føroysku ferðavinnuni júst nú, tá ið karmarnir skulu skapast rundanum økta talið av ferðafólki.

The Telegraph
Hugh Morris, journalistur frá The Telegraph, var við til arbeiðis á Klakki. Les um hansara uppliving her: 
https://www.telegraph.co.uk/travel/destinations/europe/faroe-islands/articles/faroes-islands-closed-for-maintenance/


Innslag í SVT:
https://www.svt.se/nyheter/utrikes/faroarna-ar-stangt-for-underhall?fbclid=IwAR2TJYr-PgaiClBCTnIQPeZp0dGTW4TBaVVlHpMPUMkVWDfYFkd8LuDuIpA

Grein á DR:
https://www.dr.dk/nyheder/indland/lasse-blev-udvalgt-til-et-saerligt-ophold-en-god-maade-moede-folk-fra-hele-verden

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy