Tíðindi

14.06.2019
Húsavørður til Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

- Søkt verður eftir húsavørði at byrja skjótast gjørligt

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av bygningum hjá Klaksvíkar kommunu,
umframt annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum
gera teg føran fyri at fremja húsavarðaruppgávur.
• At tú hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú ert samstarvssinnað/ur
• At tú ert vælskipað/ur
• At tú hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag.


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til
klaksvik@klaksvik.fo ella til Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. august 2019 kl. 12.00. Nærri
upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, tlf. 213249,
hfh@klaksvik.fo, ella til Óla Jákup Bech, tlf. 228788, ojb@klaksvik.fo.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy